ログイン  | 新規登録
歌詞投稿コミュニティ「プチリリ」

TOP > 歌詞 > Um 50 ár
Um 50 ár

アーティスト:200  アルバム:200% 

  • お気に入り登録




Um 50 ár fer alt hetta her at vera líkamikið Tað eru nú liðin 120 ár síðani sjálvstýrisrørslan í Føroyum tók seg upp Og líka frá byrjan hava vit verið noyddir til at berjast á tveimum hermótum Ein tann fyrsta orrustan var, at fáa føroyingum føroyskt mál inn í skúlarnar og kirkjurnar í Føroyum Soleiðis at tey føroysku børnini kundu spyrja, læra og tosa á móðurmálinum Í staðin fyri at skula og sita og jabba kongarekkjur og tabellir á einum máli, tey onki skiltu av Tað var so seint sum í 1938, at tað varð komið á mál eftir drúgva togtogan við mynduleikarnar í Danmark og sambandsmenninar í Føroyum Og eg kenni ongan føroying, sum heldur vildi havt danskt í skúlanum Og um 50 ár verða eingir føroyingar sambandsmenn Tað var heldur ikki í lagi við teimum donsku myndugleikunum, at vit fingu okkara egna flagg. Ikki fyrr enn Danmark varð hersett av týskinum og vit av bretunum Fingu føroysk skip forboð ímóti at sigla undir Dannebrog Stríðið um Merkið Føroyska flaggið, sum leingi hevði møtt mótstøðu frá dønum og teirra gimpum í Føroyum Skuldi nú verða vundið á stong á øllum Føroyskum skipum Vóru sambandsmenninir fyri? Guð vóru teir ei! Teir vildu heldur hava okkum at brúka okkurt fyribils flagg Soleiðis at aftan á kríggið kundi Dannebrog aftur veittra í húnar hátt í Føroyum Kennir tú nakran føroying í dag, sum ikki er góður við Merkið? Teir kunnu teljast á einari hond Og um 50 ár eru ongir føroyingar sambandsmenn Hvat eru tað fyri fólk, sum koma sær at læra síni børn, at tey ikki eru líka nógv verd


投稿者: PetitLyrics
プチリリ再生回数:0





日本語English

利用規約プライバシーポリシー許諾情報運営会社お問い合わせヘルプ
© 2024 SyncPower Corporation


Page
Top